40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Grundvøllurin hevur alt at siga. Einhvør verkætlan hevur eitt ítøkiligt støði at byggja á, um ætlanin hegnisliga skal eydnast í verki. Lendið ella grundstykkið er avgerandi fyri húsasnið og bygging. Um lendið ikki hóskar til verkætlanina verða avbjóðingar, ið ikki vóru, um alt var hvørt eftir øðrum. Grundøkið er ein fortreyt.

Áðrenn spurningurin um tann verkliga grundvøllin verður reistur, er tað umráðandi at kenna tað hugsjónarliga ástøðið undir ætlanini. Sjáldan verður ein dygdargóður bygningur reistur uttan so, at arkitektar hava fest tankar á blað og fakliga sitið við tekniborðið.

Talan er um eina heildarmynd ella eitt samstarv, har tað hugsjónarliga er byrjanin. Hugskotið føðir verkætlanina og er í tíð áðrenn bygningurin. Tað óítøkiliga føðir tað ítøkiliga.

Verður hugsað um lív teirra kristnu er tað sama galdandi við atliti at grundvøllinum. Hugsjónin, trúarinnar fundament ella ástøði mynda lív og virki teirra kristnu. Einki kemur av ongum. Hvør gerð er grundað í eini sannkenning ella tvørrandi ástøði.

Í lívi teirra kristnu er Jesus Kristus tað hugsjónaliga og verkliga fundamentið. Jesus er alt, hann er upphavið og endin. Hann er tann kveikjandi persónurin. Hann er tann frelsandi guddómurin. Ástøðið og verkliga lív teirra kristnu eru bundin at Jesusi úr Nazaret, ið er sonur Guðs føddur av Mariu moy.

Trúgvin er grundarlagið undir jarðarlívi teirra kristnu. Trúgvin er myndandi, og hon setir dám á atferð og lívsførslu. Trúgvin er eitt yvirskipað grundarlag, ið sæst aftur í tí vanliga gerandisliga lívinum. Ikki einans boð og forboð, men eisini leiðreglur, ið krevja, at hin einstaki er tilvitaður um egin val og egnar avgerðir.

Trúgvin sleppur okkum ikki undan hugans kveikjandi arbeiði. Vit kunnu ikki ganga eins og í blindum. Tað andaliga ástøðið hevur tað gyltu regluna sum vegvísara. Vit mega fara við vára medmenniskjum á sama hátt, sum vit ynskja, at onnur bera seg at móti okkum.

Tað andaliga ástøðið krevur, at vit tilvitað taka ábyrgd av lívsførslu og gerðum. Vit mega lata okkum kveikja hugsjónarliga, so vit við trúgv kunnu byggja tilveruna á eitt burðardygt og haldgott fundament. Ástøðið ella fundamentið við atliti at lívi teirra kristnu er Guðs orð.

Danin Søren Kierkegaard (1813-1855) tekur dagar ímillum kristindómin sum eitt alment felags heiti og tað persónligu trúnna. At vera kristin er meira enn almennur kristindómur. At vera kristin er tilvitað at hava samband við Kristus og fáa lut í tí almenna. Trúgvin myndar persónin, so vit kenna upphavið, vita hvar vit eru, og hvar leiðin ber. 1)

Kristna trúgvin er rættur alra. Eingin er settur uttanfyri møguleikan at vera fevndur av felagsheitinum kristindómur. Men, avgerðin liggur hjá tí einstaka, sum sjálvur fær møguleikan at ogna sær kristindómsins gávu, frelsuna í Jesusi Kristi.

Tað objektiva, sum liggur uttanfyri meg, fellur mær í lut, tá ið tikið verður ímóti Jesusi Kristi sum Harra og frelsara. Frelsan er veruleikin, har tann einstaki tekur ímóti tí objektiva, ið er Kristus komin til jarðar sum frelsari.

Samanrenningin ímillum tað objektiva (Guð) og tað subjektiva (menniskjað) ger kristna ástøðið viðkomandi fyri trúgv og lív teirra kristnu. Vit fáa eitt fundament at byggja okkara lív á. Sum kristin mega vit halda okkum til fundamentið, ið er Kristus opinberaður í Guðs orði, Bíbliuni.

Til tess at lýsa týdningin av grundvøllinum fortaldi Jesus líknilsið um tey bæði húsini. Líknilsið sigur ikki nógv um húsini. Dentur verður lagdur á fundamentið, ikki sjálvt húsið í stødd og sniði. Fundamentið er avgerandi.

Líknilsið er einfalt og ítøkiligt í síni myndatalu. Tann neiliga niðurstøðan er óheppin. Tann jaliga niðurstøðan er trygg og skapar góðan karm um lív, trivnað og vøkstur.

“Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell ikki, tí at tað var grundað á hellubotni.

Og hvør tann, sum hoyrir hesi orð míni og ikki ger eftir teimum, hann skal líknast við ein fávitskutan mann, ið bygdi hús sítt á kyksendi; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell, og fallið var stórt.” (Matteus 7,24-27).

At kenna grundvøllin er ein fyrimunur í allari bygging. Tað sama ger seg galdandi í lívi hins einstaka við atliti at tí verkliga og gerandisliga. Onkuntíð vignaðist tað ikki, ið vit tókust við, tí forarbeiðið og áhaldandi dagføring vóru misrøkt.

Ein tryggur andaligur grundvøllur er at lata Jesus vera byggimeistara í eins egna lívi. Eru orð Guðs fundamentið, og Jesus er byggimeistarin, so verður húsið standandi, hóast tað til tíðir er viðtikið. Amen.

Orðið: “Um Harrin ikki húsið byggir, tá til einkis smiðirnir starva.” (Sálmur 127,1).

Heimild:

1) Søren Kierkegaard, Samlede Værker, Bind 13, Gyldendal 1978, bls. 203-209.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo