Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tjóðsavnið: Í hesi ilsligu og køldu heystartíð er ikki óvanligt, at fuglar koma illa fyri av ymsum ávum. Teir, sum kunnu bjargast, eiga vit at hjálpa av øllum alvi! Tó eru nógvir, sum doyggja. Hetta er ein syrgiligur partur av lívsins gongd, men deyðu fuglarnir kunnu hóast alt koma vísindini og samfelagnum til góðar.

Kroppurin á einum fugli ber óteljandi upplýsingar í sær, og vit á Tjóðsavninum savna tí inn í samband við alskyns gransking umframt aðra vitanarmenning og framsýning. Samstundis hava vit møguleikan at goyma fuglarnar í óavmarkaða tíð, og á tann hátt virka vit eisini sum ein depil, sum aðrir granskarar kunnu gagnnýta, og sum byggir eitt søguligt savn av so nógvum sløgum sum gjørligt.

Vónandi boða tit okkum frá, um tit finna deyðan fugl.

Vit taka ímóti øllum sløgum; tó bert feskum fuglum í rímiliga góðum standi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo