40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fýra ára gamla Cleo Smith hvarv knappliga tá hon saman við familjuni svav á einum kampingplássi nærhendis býnum Carnarvon, einar 900 kilometrar norðanfyri Perth í vestur Australia.

Politiið hevur leitað eftir gentuni líka síðani, og í gjár gjørdu teir húsarannsókn í einum húsum har ein maður, sum áður er dømdur fyri at hava gjørt seg inn á børn, búði. Tá funnu teir Cleo, einsamalla í einum kamari.

Myndugleikarnir í Western Australia høvdu lovað eina millión dollarar til tann ella tey, sum kundu koma við upplýsingum um, hvar gentan kundi vera.

Ein maður er nú varðhaldsfongslaður í málinum.

Sydney Morning Herald hevur meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo