40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Smyril Line: Í august 2015 byrjaðu 11 føroyskir aspirantar í nýggju aspirantskipanini á Vinnuháskúlanum. Teir 11 aspirantarnir fara í praktikk hjá Smyril Line, Skansi Offshore og hjá Thor Shipping.

Fýra aspirantar verða knýttir at Smyril Line, tveir verða við Norrønu, ein við Eystnes og ein við Hvítanes.

“Á Smyril Line meta vit, at hettar er eitt satt nýbrot og vit eru sera fegin um at verða ein partur av hesari skipan, ið væntandi fer at útbúgva fleiri góð sjófólk, vinnuni at gangi”, sigur Rúni Olsen, maritimur stjóri á Smyril Line. 

Nýggja skipanin er háttað soleiðis, at næmingarnir fyrst eru í skúla í 18 vikur, síðani fara teir í starvs læru  í 8 vikur. Hetta er fyrsti parturin av siglingartíðini, sum tilsamans er 12 mánaðir. Eftir tað fara teir aftur í skúla í 8 vikur. Og soleiðis heldur tað fram við at skifta millum skúla og sigling. Eftir tveimum árum, fáa teir prógv sum skiparar.

Vilja teir fara víðari til skipsførara, skulu teir ganga í skúla í hálvtannað ár aftrat. Tvs. at samlaða tíðin fyri at fáa skipsføraraútbúgving, fer at taka hálvtfjórða ár. Hetta er væl styttri enn gamla skipanin, har tú saman við fullu siglingartíðini skuldi brúka upp í seks ár fyri at gerast skipsførari. Nýggja aspirantskipanin hevur verið í brúki í grannalondunum í fleiri ár. Tað hevur eisini gjørt, at ungir føroyingar eru farnir av landinum at gerast skipsførarar. Hettar fer vónandi at broytast við nýggju skipanini.

Teir fýra aspirantarnir við tilknýti til Smyril Line eru: við Norrønu Dan Bláberg og Jóhannes Weihe, við Hvítanes: Jóhan Snæbjørn Skoubo Bærentsen og við Eystnes er Steingrímur Ranghamar Hansen. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo