Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Summar Festivalurin kunnger í dag fýra sangarar, ið skulu hava framførslur á Torginum á ársins Summar Festivali.

Tey fýra eru Tórfríð Tavsen, Kári Fossdalsá, Anna Lovisa og Rani Nolsøe.

Tórfríð Tavsen, sum er úr Sørvági, hevur seinnu árini útgivið onkrar sangir og havt nógvar framførslur til ymisk tiltøk. Hon skrivaði sera vakra sangin "Fevn meg", sum hon gav út í 2019 og hevur verið nógv spældur í útvarpi.

Kári Fossdalsá av Toftum hevur góða rødd, hann syngur væl, og hann hevur eina natúrliga útstráling, sum styrkir hansara framførslur. Hann kom mest sum burtur úr ongum, tá ið hann var við í donsku sangkappingini X Factor í fjør. Síðani hevur hann javnan spælt til ymisk tiltøk, og nú kemur hann aftur á landsins størsta tónleikatiltak at spæla.

Anna Lovisa er úr Klaksvík, og hon verður 18 ár, tá ið hon fer at hava fyrstu framførsluna á Summar Festivalinum. Sjálv spælir hon gittar og syngur. Nýtt heimagjørt tilfar og kend singer songwriters løg. Anna Lovisa Mýri hevur sungið frá barnaárum av. Men yndisligu rødd hennara gjørdist brádliga víðagitin kring landið, tá ið sangurin "Tað kundi verið eg" vann hjørtu føroyinga á vetri 2020.

Rani Nolsøe hevur verið profilur í føroyskum tónleiki í meira enn 40 ár. Rani Nolsøe er ein av trimum høvuðsmonnum í Frændum, og hann hevur eisini givið út og spælt sum solistur. Rani syngur og spælir gittar, og hann bæði skrivar tekstir og smíðar løg. Hann hevur gjørt fleiri væl umtóktar sangir hjá Frændum, og fleiri sangir av soloútgávuni Ókendar Leiðir – eitt nú "Føroyar er land mítt", "Ókendar leiðir og "Flemish Cap" – hava verið nógv spældir í útvarpi.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 3. til 5. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo