40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í sambandi við, at Helena Dam á Neystabø hevur tikið sæti á Løgtingi, hevur hon fingið farloyvi úr stjórasessinum á Føroya Handilsskúla.

Setanarnevnd, undir leiðslu av rektaranum fyri Marknagilsdepilin, hevur í hesum sambandi sett Steinbjørn Hardlei sum fyribilsstjóra á Føroya Handilsskúla við virknaði frá 16. oktober 2015. Starvið er tíðaravmarkað fram til 01. januar 2017.

Steinbjørn Hardlei er útbúgvin cand. oecon í virkisbúskapi við serligum denti á strategi, starvsfólka- og broytingarleiðslu. Hann hevur harumframt tikið altjóða leiðaraútbúgving innan broytingarleiðslu við denti á virkissálarfrøði og fyriskipan. 

Steinbjørn hevur hollar royndir sum leiðari, bæði sum starvsfólkaleiðari og rakstrarleiðari, í nøkrum av teimum størstu føroysku fyritøkunum. Hann hevur staðið á odda fyri fleiri stórum broytingartilgongdum innan strategiska- og starvsfólkaleiðslu, m.a. har samanleggingar hava verið partur av tilgongdini.

Steinbjørn hevur drúgvar undirvísingarroyndir og undirvísir í løtuni á Føroya Handilsskúla á teimum hægru útbúgvingunum og á Búskaparbreytini. 

Umframt at hava ábyrgd av dagliga rakstrinum, fíggjarviðurskiftum stovnsins, námsfrøðini, starvsfólkum v.m. á Føroya Handilsskúla, skal stjórin, sum partur av leiðslutoyminum á Marknagilsdeplinum, vera við til at fyrireika og leggja til rættis samanleggingina av Føroya Handilsskúla, Tekniska Skúla og Føroya Studentaskúla. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo