Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Einaferð vóru bankafólk í bygninginum, síðani skúlanæmingar og nú savnast aldrandi fólk í Tórsgøtu í Tilhaldinum. Hósdagin 16. februar kl. 15 verða tríggir áhugaverdir fyrilestrar hildnir í Tilhaldinum við felagsheitinum “Frá banka til tilhald”.

Fyrilestrarnir snúgva seg um bygningin, sum Tilhaldið í Tórsgøtu hevur hildið til í, síðani kommunan setti tað á stovn á vári 1998.

Kommunan ognaði sær bygningin í Tórsgøtu og fyrrverandi skúlaheimið í Kongagøtu í makaskifti við Tekniska Skúla, sum afturfyri fekk hallirnar hjá kommununi í Smiðjugerði.

Skúlaheimið í Kongagøtu varð stutt eftir tikið niður og Grasagarður latin upp fyri almenninginum.

Fyrsta fyrilesturin heldur Árni Hansen, og fyrilesturin ber heitið “Føroya Banki í mínari tíð.”

Síðani fara Kamma og Jutta at greiða frá um “Føroya Bank sum lærupláss.”

At enda heldur Katrin Dahl, fyrrverandi býráðslimur og táverandi forkvinna í sosialu nevnd, fyrilestur við heitinum “Frá bankabygningi til Tilhald.”

Fyrilestrarnir um bankan, ið gjørdist tilhald, verða í Tilhaldinum hósdagin klokkan 15.

Øll eru vælkomin. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo