40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Týskvøldið 10. novembur kl.19.00 fer Birgitte Nygaard at hava fyrilestur við heitinum “Familjulív – hvat er ein eydnurík familja”?

Birgitte lýsir fyrilesturin soleiðis:
Vónirnar til parlagið og familjulívið eru í dag  stórar. Alt skal vera fullkomið, so at tann lítla familjan skal kunna rúma sera nógvum.

Vit eru vís í, at eitt tað besta, foreldur kunnu geva sínum børnum – eru foreldur, sum eru góð við hvønn annan. Tey eru tey vaksnu í familjuni, sum hava ábyrgdina av huglagnum í familjuni, henni, sum børnini skulu vaksa upp í.

Viðurskiftini millum barnabørn og abban og ommuna eru ofta sera týdningarmikil. Abbin og omman kunnu vera  hjálpsom, ófør og nógv virðismett. Tey kunnu eisini vera tað øvuta: ein andstygd. Tað kunnu tey vera, um tey ikki hava loyst seg frá sínum vaksnu børnum, men framvegis vilja ráða yvir sínum giftu børnum.

Um trupulleikar eru millum ættarliðini, fer tað eisini her at vera børnini – barnabørnini – sum koma at kenna sviðan.

Tí er tað so týdningarmikið, at vit royna at skapa virðiligar og tryggar familjur. Familjur, har ymiskleikar eru eftirynskjandi, ósemjur ríkandi og sorg neyðug / sum ikki slepst undan.

Í einari familju skulu vit øll kunna siga nei við góðari samvitsku fyri at kunna siga ja av hjarta og ikki hópin av hálvhjartaðum ja, ja, ja’um, har vit í veruleikanum heldur vildu siga nei, so at tað loksins endar í tí heilt stóra NEI.

Ein av týdningarmestu uppgávunum hjá einum pápa er at læra sínar synir at siga mammuni nei (vit hava sjálvi tríggjar synir).

Vit vilja fegin geva okkara boð uppá, hvussu vit halda, tað kann eydnast at ansa eftir (røkja) okkara familju. Vit halda, at trupulleikar kunnu fyribyrgjast, og at ringir vanar kunnu broytast. Tað er týdningarmikið, at vit ansa hvør eftir øðrum í familjuni, og at vit virða hvønnannan sum vaksin, sjálvstøðug menniskju. Øll eru vælkomin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo