40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygardagin hin 27. februar kl. 15 skipar Føroya Astma/Allergifelag fyri almennum fyrilestri um góða inniluft í Skúlanum á Giljanesi. Kunnað verður um, hvussu ella á hvønn hátt sleppast kann undan trupulleikum við blámusoppi – hetta er evni, ið er sera aktuelt og hevur verið nógv umrøtt og viðgjørt seinnu árini.

Lone Grønborg, cand.scient., heldur fyrilestur, ið hevur heitið Góð inniluft. Lone arbeiðir burturav við ráðgeving júst á hesum virkisøki.

Føroya Astma/Allergifelag hevur givið út bóklingin “Soleiðis fært tú góða inniluft. Góð ráð um bústaðin”. Á fundinum á Giljanes skúla verður møguligt at fáa eintøk av bóklinginum. Øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo