40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

25. februar kl. 19 verður árligi aðalfundurin hjá Norrøna Ungmannafelag Føroya.

Seinasta árið hevur NUF arbeitt miðvíst við at stovna eitt Ungdómsins Útnorðurráð, fyri at skapa ein politiskan pall fyri ung í útnorði. Hugsanin er, at politisk evni sum hugtaka ung í hesum økinum verða viðgjørd í ljósinum av, at ung í útnorði hava nógvar av teimum somu avbjóðingunum.

Í hesum sambandi kemur Kári P. Højgaard, limur í Útnorðurráðnum, at greiða frá týdninginum av útnorðursamstarvinum, og hvat Føroyar fáa burturúr einum tílíkum samstarvi. Ungdómsins Útnorðurráð verður vónandi veruleiki seinni í ár. Meira verður at frætta á fundinum.

Eisini kemur Ásmundur Guðjónsson, stjóri í NORA, at greiða frá norðurlendska fiskivinnusamstarvinum og hvør føroyski leikluturin er, og hvat vit kunnu brúka eitt norðurlendskt samstarv til á hesum økinum.

NUF vónar at nógv ung møta til fundin, bæði fólk sum hava hug at stilla upp til nevndina, og fólk sum bert vilja lýða á. Matur og gott til góman verður at fáa.

Aðalfundurin verður í Posthúskjallaranum hósdagin 25. februar 2016 kl. 19. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo