Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BankNordik: Hálvársroknskapurin hjá BankNordik ber boð um, at føroysk húsarhald og fyritøkur sum heild eru væl fyri.

“Koronufarsóttin hevur ikki havt so álvarsligar fíggjarligar avleiðingar við sær fyri viðskiftafólkini, sum vit í fjør bóru ótta fyri. Arbeiðsloysið er lágt, vinnan stendur seg væl, og alsamt fleiri verða koppsett. Hóast ein ávís óvissa framvegis valdar, meta vit útlitini fyri restina av árinum vera góð,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Bankin hevur tó sett pening av til fíggjarlig tap, ið kunnu fara at vísa seg í kjalarvørrinum á farsóttini.

Danska virksemið endaliga avhendað
Í juni varð danska virksemið hjá BankNordik endaliga avhendað til Spar Nord, og samtakið rekur nú banka-, tryggingar-, pensjóns-, og ognarmeklaravirksemi í Føroyum umframt bankavirksemi í Grønlandi.

Tá ið BankNordik í 2010 víðkaði sítt virksemi til Danmarkar, kravdi hetta nógvan kapital, ið tá varð afturhildin frá partaeigarunum.

Nú danska virksemið er selt, er tørvurin á kapitali minkaður samsvarandi, og bankin kann tí rinda partaeigarunum peningin aftur.

Sostatt ber sølan við sær, at 700 mió. kr. eftir ætlan verða goldnar partaeigarunum næstu árini.

Tað svarar til 73 kr. fyri hvørt partabrævið.

Umleið 6.000 føroyingar eru í dag partaeigarar í BankNordik, og teir eiga til samans góð 60% av bankanum.

Kappingarfør í mun til føroyska og útlendska marknaðin
Í juli boðaði BankNordik frá broytingum í rentu og prísum og fór samstundis undir at bjóða eina nýggja samansparingarkontu uttan negativa rentu.

Eftir broytingarnar hevur bankin framvegis kappingarførar rentur og kostnaðir – eisini tá ið samanborið verður við danskar peningastovnar.

Viðskiftafólk kunnu hava 150.000 kr. til vanligu fíggjarviðurskiftini - t.d. lønarkontu og fíggjarkontu - uttan at rinda negativa rentu.

Harumframt ber til at hava upp í 5 mió. kr. á einari samansparingarkontu, ið er bundin í 12 mánaðir, uttan at rinda negativa rentu.

Alsamt fleiri viðskiftafólk velja grønar loysnir
BankNordik leggur dent á at gera tað lætt hjá viðskiftafólkunum at velja grønar loysnir og bjóðar tí lán til elbil, grønar orkuskipanir og orkuvinarligar ábøtur á bústaðin við serliga lagaligari rentu.

Á tann hátt kunnu viðskiftafólk velja burðardyggar loysnir til bústað og bil, ið bæði gagna umhvørvinum og pengapunginum.

Í mars byrjaði bankin at veita eitt nýtt grønt bústaðarlán, ið ger tað bíligari at taka lán til bústaðir, ið verða hitaðir við varandi orku.

Undirtøkan hevur verið góð, og higartil eru bústaðir fyri 120 mió. kr. fíggjaðir við nýggja láninum.

Øll viðskiftafólk, ið hita bústaðin við varandi orku, kunnu leggja vanliga bústaðarlánið um til eitt grønt bústaðarlán og harvið fáa eitt lægri lánsgjald.

Roknskapurin í stuttum
- Úrslitið fyri skatt gjørdist 192 mió. kr. Av hesum stava 90 mió. kr. frá søluni av danska virkseminum
- Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 85 mió. kr. samanborið við 64 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020
- Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 23 mió. kr. samanborið við -2 mió. kr. í niðurskrivingum sama tíðarskeið í 2020
- Rakstrarúrslitið gjørdist 109 mió. kr. samanborið við 62 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020 BankNordik Síða 2 av 2
- Útlánini hækkaðu úr 7,5 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020 til 7,6 mia. kr.
- Realkredittlánini hækkaðu úr 2,1 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020 til 2,5 mia. kr.
- Bankin hevði 7,7 mia. kr. í innlánum samanborið við 7,6 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020
- Solvensurin hækkaði úr 24,0% sama tíðarskeið í 2020 til 31,3%
- Bankin væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 190 og 220 mió. kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo