Um bretar fara at senda herdeildir til Ukraina, sum skulu venja ukrainskar herdeildir í krígnum ímóti Russlandi, so eru hesar bretsku deildirnar legitim mál hjá russum at leypa á.
Tað skrivar fyrrverandi russiski forsetin og núverandi varaovastin fyri russiska trygdarráðið, Dmitry Medvedev, í einum boðum á Telegram, sambært Reuters.
- Vónandi skilja teir, at teir verða útruddaðir eirindaleyst, skrivar Medvedev, sum eisini leggur eftir Týsklandi, sum fer at framleiða rakettir til Ukraina at brúka í krígnum ímóti Russlandi.
- Hesir idiotarnir koyra heimin aktivt beint ímóti triðja heimsbardaga, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo