40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Forlagið Fannir gav út fyrstu bókina í 2017. Tað var LEIKRIT 21.

Forlagið gevur eisini út fyrstu bók í 2018. Tað er LEIKRIT 25: ”TRAÐABØNDUR”, sum Hans Andrias Djurhuus læt prenta sum framhaldstilfar í  ”Tingakrossi” frá 23. okt. 1932 til 29. mars 1933. Leikurin kom í bók á fyrsta sinni í 1935.

Hans Andrias var næsti granni hjá Sjónleikarhúsinum, sum varð tikið í nýtslu í 1926, og hann var virkin nevndarlimur, stundum formaður, í Havnar sjónleikarfelag. Hann skrivaði fleiri leikir hesi árini – eftir ungdómsverk síni: ”Maritu”, 1908 (Leikrit 8) og ”Anniku”, 1917 (Leikrit 9). Tann fyrsti teirra var ”Álvaleikur”, 1930 (Leikrit 22).

Leikurin ”Traðabøndur” er, tað vit vita, bara leiktur eina ferð. Tað var ein realflokkur í Hoydølum, sum veturin 1973/74 setti leikin á pall í Havn, Kollafirði og heima á Sandi. Daniella Olsen leikstýrdi.

Viðmerkingar eru skrivaðar til henda leikin eins og til allar hinar í røðini.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd. Leikrit 25 er 86 síður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo