Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Ungi føroyski rokkbólkurin Figment Dwells hevur kunngjørt sína fyrstu studiofløgu, ið ber heitið ”Scopperloit” og kemur út í morgin 23. mars.

Í hesum sambandi verður boðið vælkomið til útgávutiltak í TUTL handlinum kl. 16.30, har eisini okkurt gott verður at fáa at eta og drekka.

Fløgan fevnir um ellivu løg, harímillum vælumtóktu stakfløgurnar ”Goodnight Christopher” og ”Norml lil boi,” ið komu út í seinru helvt av 2015.

Figment Dwells er ein sonevndur 'alternativur jogurt rokkbólkur' úr Havn. Bólkurin framførdi sína fyrstu konsert á vári í 2015 í sambandi við árligu Sement tónleikakappingina og hevur síðani tá spælt konsertir kring landið.

Sjúrður Samuelsen hevur framleitt fløguna.

Limirnir í bólkinum eru:

Palli Dalsgaard - rytmugittar og sang
Sjúrður Samuelsen - høvuðsgittar
Edvin Niclasen - trummur
Katrin Sigurpálsdóttir Kamban - bass

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo