40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Árligi limafundurin hjá Føroyska Bíbliufelagnum verður týskvøldið 21. mars kl. 20 í missiónshúsinum í Miðvági.

Jenny Lydersen byrjar við andakt og síðani er skráin til limafundin sambært viðtøkum felagsins.

Nýliga setti aðalskrivarin Gunnar K Nattestad hevur ársfrágreiðing felagsins. 2016 hevur verið eitt sera hendingaríkt ár, har felagið m.a. var upptikið sum limur í alltjóða bíbliufelagnum UBS og fekk handa nýggju umsetingina av gamla testamenti eftir Hans Jacob Joensen frv. bisp.

Greitt verður eisini frá fíggjarligu gongdini og útgávuætlanini fyri 2017, sum verður søgulig, tí føroyingar fyri fyrstu ferð í meira enn 50 ár, fara at fáa eina nýggja bíbliuútgávu – eitt nýggja testamenti á gerandisføroyskum, kallað Nýggi Sáttmálin. Fleiri aðrar útgávur eru eisini í skjáttuni.

Teir 400 limirnir fáa eisini møguleika at koma við spurningum og viðmerkingum til arbeiði hjá felagnum.

Aftaná, hevur Bergur D. Joensen prestur, fyrilestur við heitinum “Luther og Bíblian”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo