Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Um vikuskiftið fer danska kórið Absolute Gospel Singers við kendu føroysku songkvinnuni Lindu Andrews sum kórleiðara at hava fleiri konsertir. Kórið kemur til Føroya í morgin, fríggjadagin, og fyrsta konsertin verður í Hoyvíkar kirkju longu fríggjakvøldið kl. 19.30. Hinar verða í Kvívíkar kirkju, Christianskirkjuni, Sjóvar kirkju og Eiðis kirkju.

Á skránni hjá kórinum eru kendir gospelsangir, men eisini nýggir, sum Israel Houghton og Kurt Carr og onnur hava gjørt. Á klaverið spælir Markus Lindel, ið er ein av bestu og kendastu klaverleikarum í gospeltónleiki í Danmark.

Linda Andrews stovnaði  Absolute Gospel Singers í 2011 og hon er sum sagt eisini kórleiðari. Linda er sum kunnugt úr Havn, og fyri nøkrum árum síðani vann hon X-Factor-kappingina í Danmark.

Kórið hevur havt nógvar spennandi uppgávur. M.a. hava tey sungið saman við Rasmus Seebach og tey hava verið við í Danish Music Award og X-Factor, og kórið hevur eisini verð við til 100 ára tiltak í Operuni í Keypmannahavn, har Margretha drotning eisini var við.

Absolute Gospel Singers hava verið við í ymiskum sjónbandaløgum, og seinast hava tey verið við í sangunum “Born Again In Your Eyes” og “Fix You”.

Konsertirnar hjá Absolute Gospel Singers í Føroyum eru hesar:

Fríggjadagin 16. september klokkan 19:30 í Hoyvíkar kirkju

Leygardagin 17. september klokkan 15:30 í Kvívíkar kirkju

Leygardagin 17. september klokkan 19:30 í Christianskirkjuni

Sunnudagin 18. september klokkan 15:30 í Sjóvar kirkju

Sunnudagin 18. september klokkan 19:30 í Eiðis kirkju

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo