40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fróðskaparsetrið: Hetta verður evnið fyri seturskjakinum 10. januar 2019, sum Søgu- og samfelagsdeildin stendur fyri.

Nøgdin av informatión hevur ongantíð verið størri enn í dag. Siðbundnir og sosialir miðlar kappast uttan íhald um at vekja áhugan hjá fólki, og eiri lond hava samtykt lóggávu ímóti sonevndum ”fake news” og villleiðandi upplýsingum.

Men lygn, manipulatión og propaganda eru líka gomul sum menniskjan sjálv. Langt áðrenn tað bleiv modernað at tosa um ”tað post-faktuella samfelagið” skrivaði týski heimspekingurin Friedrich Nietzsche, at tað nnast ongir sannleikar – bara tulkingar. Og nýggj gransking í sálarfrøði og veljaraatferð vísir, at okkara hugburður til vísindi er treytaður av okkara lívsáskoðan, hugsjónarligu sannføringum og bólkasamleika.

Úrslitið er, at tú verjir tíni sjónarmið, og eg verji míni. Tú hevur tíni ”fakta”, og eg havi míni.

Men hetta er ein demokratisk avbjóðing, tí eitt sunt demokrati er treytað av upplýstum veljarum, sum kunnu semjast um eitt felags grundarlag. Og í eiri førum hava politiskar avbjóðingar tørv á vísindum og gransking fyri at koma fram til bestu loysnirnar. MEN

• Hvør hevur einarætt upp á sannleikan?

• Hvussu meta vit um trúvirðið á eini keldu?

• Er tað yvirhøvur ein trupulleiki, at vit eru so ósamd um alt frá veiðutrýsti og veðurlagsbroytingum til grind og Darwin?

• Hvussu navigera vit í frumskóginum av mótstríðandi upplýsingum?

• Og hvør er leikluturin hjá universitetum, granskarum og vísindafólki?

Tiltakið er ætlað sum kjakkvøld, har fólkið fær høvi til at hoyra meira um evnið og at spyrja nærri um hetta. Lagt verður út við tveimum framløgum, sum ávíkavist Hans Andrias Sølvará og Heini í Skorini hava.

Síðani verður evnið aftur viðgjørd við eitt pallborð, sum hetta kvøldið verður mannað við Eriku Hay eld, Hallberu West, Bárði Larsen, Jens Chr. Justinussen og Ragnheiður Bogadóttur. Lagt verður síðani upp til eitt kjak, har áhoyrarar eisini luttaka. Kjakið verður stýrt av orðstýrara og hetta kvøldið verður tað Kári Mikkelsen, journalistur.

Vit bjóða øllum at verða hjartaliga vælkomin á gátt hóskvøldið 10. januar. Byrjað verður kl. 19:30 og tiltakið endar kl. 21:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo