Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsverk: Hósdagin 30. september kl.15:00 verður fyrsta skotið til tunlarnar norður um Fjall latið av. Skotið verður  Árnafjarðarmegin. 
Við tunnilsmunnan kl.15, fer Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, at bjóða vælkomin. Síðani fær Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at halda røðu. 

Eftir røðuna, fer Jørgen Niclasen, at lata fyrsta skotið av.  

Til seinast verður kaffi, te og smákøkur at fáa í Róðraraneystinum í Árnafirði. 

Øll eru vælkomin. 

Fakta um nýggju tunlarnar norður um Fjall:
Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900m langur, og Hvannasundstunnilin verður umleið 2200m langur. Samlað vegalongd, har tunnlar og vegir eru roknaðir við, eru umleið 6500m langt. 

Tunlarnir fara at kosta 522 mió. kr. og verða væntandi lidnir á heysti í 2024. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo