Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Týsdagin í farnu viku kom Jákup Sverri aftur av fyrsta túrinum í ár, sum eisini var fyrsti hydrografitúrur hjá Jákup Sverra. Túrurin byrjaði norðanfyri eftir standardskurðinum har. Tær fyrstu støðirnar vóru merktar av at nýggjar mannagongdir skuldu setast í verk, men so við og við kom gongd á.

Seinni stungu tekniskir trupulleikar seg upp, og onkur teirra var heldur drúgvur at loysa.

Samanumtikið gekst tó væl, og allur skurðurin bleiv tikin í øllum góðum. Siglt varð nú inn á Klaksvík at seta ein handverkara í land, men vegna vánalig veðurlíkindi, varð ikki farið avstað aftur fyrr enn sunnukvøldið 14. februar. Tá var farið vesturum at taka standardskurðin út á Føroyabanka. Hóast nógva aldu, gekst væl at taka støðirnar har.

Túrfrágreiðingin frá túrinum er at lesa her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo