Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Havnar Dartfelag: Havnar Dartfelag skipar saman við Dartsambandi Føroya í døgunum 18 – 20 mars fyri tveimum altjóðað dartkappingum í Føroyum. Tað eru kappingarnar Tórshavn Open, ið verður hildin 11 árið á rað, og Faroe Islands Open, ið verður hildin á fyrsta sinni.

Í ár er kanska eitt sindur torført at meta um luttøkuna, men umframt einar 50 føroyskar luttakarar, vóna vit at einir 30 útlendskir dartlspælarar koma til Føroya at luttaka. Higartil hava luttakarar úr Svørríkið, Danmark, Noreg, Íslandi, Niðurlondum og Onglandi. Harumframt kemur svenska landsliðið at luttaka og spæla landsdyst ímóti føroysku mans- og kvinnulandsliðnum.

Kappingin er nógv tann størsta einstaka dartkapping í Føroyum og hevur luttakaratalið verið vaksandi øll árini. Í ár eru væntanarnir hjá okkum til kappingina tó heilt serligar, tí føroyskt dart nýliga er blivið altjóða viðurkent. Vit eru blivin limir í WDF, ið er altjóða felagskapur fyri dartítróttina, og vit gerast tískil nógv meira sjónlig uttanlands, og samstundis meira áhugaverd hjá útlendskum leikarum at luttaka í.

Heimliga kappingin hevur, líkasum nógvur annar ítróttur, verið nógv ávirkað av korona seinastu tvey árini. Men nú er við at koma gongd á aftur.

Glasir verður karmur um allar kappingarnar á hesum sinni. Vit hava roynt at havt kapping har, og tað eydnaðist serstakliga væl. Bæði vit sum fyriskiparar og Glasir sum hýsti kappingunum vóru sera væl nøgd, og hava avtalað at royna tað aftur. Møguleiki fyri áskoðarum at hyggja eru eisini, men hetta verður lýst nærri við tá ið kappingarnar vera Eisini verður møguleiki at fylgja við kappingunum beinleiðis á www.dartconnect.com og beinleiðis stroyming á facebooksíðuni hjá Havnar Dartfelag frá finalunum hvønn dag.

Tað at kappingin er ein opin kapping, merkir at øll sum duga at spæla dart kunna meldað seg og luttaka. Ein meldar til kappingarnar við at skriva teldupost til hdf@mail.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo