Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Artisk talk við tónleikajournalistinum Jan Sneum

Fríggjakvøldið 16. Oktobur kl.21

Hetta kvøldið spæla tvey av teimum stóru G! nøvnunum á Norðurbryggjuni.

Fallulah kemur skjótt út við síni triðju fløgu, sum eisini verður útgivin á amerikanska marknaðinum í heyst.

Fyrsta single frá fløguni kom 4. septembur. Tað verður ótrúliga spennandi at hoyra, hvørjir nýggjur sangir Fallulah hevur til okkara til hesa akustisku intimkonsertin.

Handan navnið Marius Ziska goymir ein einastandandi sangari, sangskrivari og tónleikari seg við sínum trúfasta bólki, sum áhoyrarar í Keypmannahavn kunnu gleða seg til at hoyra saman við føroyingum í danska høvuðsstaðnum.

Búsitandi í Føroyum og við einum stórum heimaáskoðaraskara er bólkurin fastur gestur á G! Festivalinum. Tá bólkurin fyri fáum árum síðan var á stórari rundferð í Norðuramerika, framførdi hann m.a. á tí kendu Seatlle útvarpsstøðini KEXP.com.

Millum konsertirnar verður artist talk við Jan Sneum.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo