Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G!: Tað er við stórari gleði, at vit kunngera norska Highasakite, sum eitt av hövuðsnövnunum á G! 2024.

Talan er um eitt av hægst virdu növnunum í Noregi, har tey hava staðið ovast á festivalplakatunum í fleiri ár. 

Við 14 árum á baki hevur bólkurin megnað tað, ið fægstu bólkar megna. Eftir at gerast eitt heimsnavn við altjóða hittinum “Golden Ticket” hava tey við stöðugum arbeiði, bygt víðari og eru at rokna sum eitt risanavn á norðurlendska konsertpallinum. Alsamt betri og alsamt störri.

Stílurin er stórsligin indie-poppur, og fremst stendur sangarinnan Ingrid Helene Håvik, sum hevur gávurnar, at knýta ektaðar kenslur í lögini, og at fáa hesar at strála av pallinum gjögnum tónleikin.

Talan er heldur ikki um nakra vanliga konsert heldur. Highasakite hevur eina sjáldsama stórbæra framförslu.

Vit vænta sanniliga, at hetta verður ein tann mest hugtakandi konsertin, sum nakrantíð er farin fram í Föroyum.

Og tey eru væl dámd sum ongantíð áður: Fyrr í hesum mánaðinum kunngjördu tey eina konsertröð kring Noreg, sum varð útseld eftir bert fáum minuttum. Eykakonsertirnar eru mest sum útseldar eisini. Og við hesum fara tey at spæla einar 20 konsertir. Og tá skal sigast, at tey leypa teir stórstu fimm býirnar um! 

Gleði tykkum! Eitt hitt stórsta konsertnavnið úr Noregi kemur á Götusand.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo