40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tórshavnar Kommuna: Nú gamla B36-húsið og Framhúsið varð tikið niður í dag, er kanska eitt gott høvið til at líta aftur í tíðina, aftur í 60´ini. Nágreiniliga til tann 11.mars 1963, tá reisigildið var fyri tá “nýggja” B36-húsinum í Gundadali.

Tann dagin fekk B36 sítt fyrsta veruliga felagshús. Frammanundan hevði fótbóltsfelagið bara havt eitt minni hús, nevniliga tað hvíta húsið sum stóð við síðuna av B36-húsinum. Hetta var tað eldra B36-húsið, tað sum vit rópa Framhúsið í dag. Tað húsið var bygt aftaná 1936, men tá var tað longu alt ov lítið til felagið.

##med2##

Hetta húsið ið var reist í 1963 vóru tvær barakkir, sum høvdu verið brúktar í Mjørkadali, tá NATO-støðin varð bygd har. B36 keypti barakkirnar fyri 11.000 krónur og flutti tær oman í Gundadal. Nærum alt arbeiðið, við at flyta barakkirnar oman úr Mjørkadali, og at byggja tær uppaftur, var gjørt av sjálvbodnum kvinnum og monnum.

Fíggjarliga gjørdist hetta eitt tungt tak hjá felagnum, og húsini vórðu nógv útleigað tey næstu árini. Árið eftir at húsið var reist, fær B36 meira pengar inn fyri útleigu av húsunum, enn fyri fótbóltin.

##med3##

Tá KÍ var í Havn og spælir landskappingardyst 3. juni 1963, búgva klaksvíkingarnir í B36-húsinum og eru sostatt fyrstu ”gestir” í nýggju hølunum.

Mong eru tey sum minnast aftur á góðar dagar í gamla B36-húsinum, sum hevur verið karmur um alskyns tiltøk uppi í Havnini. Í húsinum hava verið nógvar veitslur og føðingardagar, og fleiri hava eisini hildið sína brúdleypsveitslu í B36-húsinum.

So hetta er ein nostalgiskur dagur. Fyri summi er tað kanska enntá eitt sindur sorgblítt at gomlu húsini nú vórðu tikin niður. Men hvørt ting hevur sína tíð. Og nú var so dagurin komin, har tað gamla mátti víkja plássið fyri teimum nýggju møguleikunum sum liggja fyri framman í Gundadali.  

##med4##

Eitt er so tað at tíðin var komin, tí gomlu húsini vóru í so ringum standi. Hin orsøkin til at húsini vórðu tikin niður, er tí Tórshavnar Kommuna hevur ætlanir um at skipa alt økið í niðara enda av Gundadali av nýggjum. Fyrireikað verður ein torgverkætlan, og tosað verður m.a. eisini um at gera spælipláss og aðrar virksemismøguleikar, í einum hugnaligum og vøkrum umhvørvi sum fer at gagna bæði havnafólki, og føroyingum flest.

Um enn gomlu húsini eru tikin niður, so hava vit enn minnini og myndirnar. Í so máta er tað eisini hugaligt, at nostalgi og nýggir møguleikar kunnu gerast tvær síður av somu søk í Gundadali.

##med5##

Ólavur Frederiksen tók myndirnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo