Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

RD Group: Gamla verkstaðið hjá Wenzel er nú umvælt til at vera eitt nýtímans plátu-og lakkverkstað, sum Wenzel, saman við Sámal Petur Danielsen, nú lata upp á Akranesgøtu 5. 

Á odda fyri Wenzel Lakk er Sámal Petur Danielsen og hevur hann góð og roynd fólk afturat sær. Sjálvur hevur Sámal Petur sera drúgvar royndir innan økið, og varð hann útbúgvin autolakkerari í 2007. Nevnivert er, at Sámal Petur byrjaði lærutíð sína hjá Wenzel. Afturat honum starvast Tummas Jákup Sørensen - plátusmiður, Dánjal Sørensen - lakkerari, Dávid Dam - móttøkuleiðari, Malan Fríða Hentze - móttøkufólk og Turið Thomsen – skrivstovufólk. 

Nýggja deildin tekur í móti øllum bilmerkjum og eru buglur, skøvur, og lakkeringsskaðar okkara serkunnleiki. Steinsløg, brotnir rútar og tryggingarskaðar taka vit okkum eisini av. 

Verkstaðið er longu latið upp og ber til at bíleggja tíð á telefonnummar 354530 ella við at senda teldupost til lakk(at)wenzel.fo, so eru Dávid og Malan klár at taka í móti tær. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo