Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í dag byrjar Summar Festivalurin, og fyrsta tiltakið á skránni er skrúðgonga og barnakarneval úr Klaksvíksgarðinum heim á festivaløkið.

Skrúðgongan verður við pyntaðum, larmandi, fløggskrýddum, syngjandi og dansandi børnum og kreativum ungdómi, sum fara at seta sín góðan dám á Summarfestivalin.

Fyrireikararnir siga, at øll – børn sum vaksin – er væl komin at vera við í skrúðgonguni.

Skrúðgongan byrjar kl. 15.00, og eftir hana letur Silvaland upp við aktivitetum og undirhaldi til børnini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo