Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fuglafjarðar Svimjifelag, Havnar Svimjifelag, SuSvim, Ægir: Um vikuskiftið luttóku 38 føroyskir svimjarar á svimjikappingini, sum er partur av RIG (Reykjavík International Games).

Á RIG luttóku 35 feløg úr hesum londum: Italia, Danmark, Norra, Íslandi, Føroyum, Grønlandi, Svøríki, Polen, India og Sveis.

Føroysku svimjararnir á RIG hesaferð umboðaðu svimjifeløgini FS, HS, SuSvim og Ægir.

Sum heild hevur tað gingist sera væl, við fleiri heiðursmerkjum, persónligum metum umframt juniormet, og eisini hava nøkur klárað nála- og kravtíðir.

Juniormet:
Isak Brisenfelt, 200 firvald og Jóhanna Ólavsdóttir, eisini 200 firvald.

Ungdómsheiðursmerkir:
Jórun Winter (Susvim) Gull í bæði 50 rygg og 50 frí. Silvur í 100 rygg og 200 frí. Bronsu í 100 frí. Talita Johannesen (Susvim) Gull í 200 bringu. Silvur í 50 bringu. Bronsu í 100 bringu.

Heiðursmerkir:
Jóhanna Ólavsdóttir (FS) Silvur í 200 firvald. Bárður Ólavsson (FS) Bronsu í 200 firvald. Isak Brisenfelt (HS) Silvur í 200 firvald. Bronsu í 50 firvald. Heini Askam (Ægir) Silvur í 1500 frí.

Bronsu í 400 frí. Líggjas Joensen (Ægir) Gull bæði í 200 og 400 frí.

Bronsu í 1500 frí. Bjarta í Lágabø (Susvim) Bronsu í bæði 50 og 100 rygg. Jón Hofgaard (Susvim) Bronsu í bæði 50 og 100 bringu.

Nálatíðir:
Símun Sámal Joensen (HS) Bronsunál við stjørnu, Benjamin Havn (Ægir) Talentnál og dagin eftir fekk hann bronsunálina. Óli Mikkelsen (HS) Silvurnál. Bjarta í Lágabø (Susvim) Silvurnál við stjørnu.

Teir føroysku svimjararnir vóru eisini í fleiri A og B finalum og hava fleiri klára kravtíðirnar til Danish Open, ið verður í apríl.

Samanumtikið hava hetta verið nakrir góðir og læruríkir dagar, ið hava styrkt um felagsskapin ímillum svimjifeløgini.

Øll flúgva heimaftur við Atlantic mánadagin á middegi.

Úrslit v.m. síggjast her: Swimrankings

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo