40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar Havn hevur í eina tíð arbeitt við at gera ein nýggjan bátahyl í Álakeri. Fyrr í ár varð samtykt at taka av tilboðnum frá p/f Tórhalli Hansen og at gera sáttmála um arbeiðið.

Umsitingin hevur saman við Tórshavnar havn arbeitt við skipan av økinum kring sjálvan bátahylin, og í tí sambandinum er gøtan á brimgarðinum komin upp at venda.

Ynskiligt er at gera økið áhugavert hjá borgarum at ferðast í, og í tí sambandinum hevur eitt ynski verið at gera brimgarðin atkomuligan hjá øllum borgarum, soleiðis at borgarin hevur møguleika at ganga sær ein túr at njóta útsýnið, uppihalda sær og møguliga eisini fara á seiðaberg úti á endanum á brimgarðinum.

Átakið verður somuleiðis mett sum eitt gott íkast til Landssjúkrahúsið, sum væntandi við sjúklingum og vitjandi kemur at hava gagn av at kunna ganga sær ein túr í umkringliggjandi økinum.

Arbeiðstøkuna, at gera brimgarðin, hevur p/f Tórhall Hansen fingið. Tórshavnar havn hevur síðani samskift við arbeiðstakaran um somuleiðis at átaka sær at gera gøtuna á brimgarðinum.

Arbeiðið verður væntandi sett í gongd á vári 2021. Hugsandi er, at Álaker í framtíðini verður meiri býarkent, tó samansett við vinnuligum virksemi, og tí verður somuleiðis mett, at ynski at gera økið áhugavert at uppihalda sær í hóskar væl til ta visjónina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo