Íbúgvarnir í Lofoten eru troyttir av at náttúran og bøur og hagi verða dálkað av skarni frá turistunum.
Tá lítið er av almennum nátthúsum so loysa turistarnir sær buksurnar úti í náttúruni og tætt við áir har fólk fáa sær vatn.
Í somu áum er staðfest tann herviliga E. coli-bakterian.
Men í summar verður roynd gjørd í Lofoten við skarnsposum til turistarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo