Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ella hví talar kvinnustríðið ikki til mín?

Hóast áralong arbeiði innan javnstøðu – tykist ikki at ganga rætta vegin.
Sjálv haldi eg orsøkina vera, at vit gera kvinnur til menn, heldur enn at varðveita og stuðla undir tí kvinnuliga øðrvísihugsandi og kvinnuliga vísa.
Eins og eg haldi, at vit í starvshøpi leggja ov stóra vekt á útbúgving og fakleika, heldur enn persónlig viðurskifti, sum seta spurningar við verandi og flyta fram á vegnum.
Sjálv havi eg tær royndirnar, at stjórum dáma at práta við skilagóðar kvinnur. Gott hevði verið, um tey eisini loyvdu teimum ‘at spælt við’ tá strategiir, leiðslu- og starvsfólkaviðurskifti vóru til umrøðu, eins og givið teimum uppgávur á kvinnupræmissur.
Tí starvsfólkatilfeingi, um vit skulu hugsa kvinnuframgongd, er ikki tengt at útbúgving ella tí tíð kvinnan situr á arbeiðsplássinum, men at tí fornufti skilagóða kvinnan kann leggja afturat verandi arbeiðsmentan; tað verði seg bæði sum stjóri og leiðari í niðursettari tíð, um so skal verða.
Sum nú er tykjast  kvinnurnar gera tað sama sum menninir og fara inn í eina útbúgvingar- og arbeiðsverð, sum er definerað og bygd upp av monnum.
Og ikki fyrr enn vit venda øllum á høvdið og spyrja hvørji ynski kvinnan hevur sum virkin samfelagsborgari, bæði vit atliti til persónligar avbjóðingar, arbeiði, familjulív, fíggjarviðurskifti, eisini saman við maka  og samantvinning av øllum hesum –  og  menninir, ella stjórar sum heild, eisini síggja hesa tilgongd sum neyðuga  og geva rúmd fyri endurskoðan, koma vit víðari!
Bergun Kass, býráðslimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo