40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Í samtalu við starvsfelagar í kristnum verki varð komið inn á, hvat tað veruliga var, ið vakti áhugan fyri Guðs orði. Ein áhugaverd hugsan við atliti at persónligari trúgv, kirkjuliðinum og boðan í tí almenna rúminum.

Siti í Odense og fari heimaftur í kvøld. Tað er fríggjadagur árla á morgni. Eins og fólkið í býnum spakuliga kemur á føtur, vaknar náttúran úr vetrarsvøvni, nú apríl í morgin telur sín seinasta dag. Sólin lívgar og ber boð um vár. Ljósið er í luftini, og lýðkan er í nánd.

Kallið sum hirði og yrki sum embætismaður ber við sær, at nógv orð verða søgd. Í mun til orðini er vitnisburður lívsins tann besta og vakrasta talan.

Orð eru lívsjáttandi ella kvalandi. Vit kunnu við vísdóms talu bjarga lívi. Við taluni kunnu vit leggja fót hvør fyri øðrum. Skriftin ávarar álvarsliga um vandan, um vit gerast ein meinbogi fyri Guðs minstu børnum, ið trúgva á Jesus. Tá er mylnusteinurin um hálsin og tað djúpa havið ein betri loysn fyri meinbogan. 

Kringumstøðurnar ávirka huglagið. Við atliti at lívsdygd er sinnisliga støðan altíð avgerandi. Enntá veðurlagið ávirkar tónalagið, so tað, ið vit siga, ikki verður sagt nóg væl við vísdómi og umhugsni.

Veðurlagið ávirkar oyruni, so tað, ið verður sagt, verður fatað øðrvísi enn upprunaliga ætlað.

Vit, ið taka orðið, hava stóra ábygd, tí tað, ið vit søgdu, kann ikki takast aftur. Hin talandi hevur høvuðsábyrgdina av, hvussu onnur skilja tað, ið sagt verður. Vit eru tað fyrsta liðið í samskiftinum.

Tað vóru ikki tey nógvu orðini, ið vaktu áhugan til Guðs orð, missiónshúsið og kirkjuna. Eyðvitað var nógv gott at hoyra, ið er góð barlast í lívinum. Ætlanin er ikki at lækka raðfestingina av kristnari talu, sjálvt um okkurt var, ið særdi. Soleiðis er lívið. Á jørðini er tað einans deyðin, ið er fullkomin.

Allastaðni har lív er, henda mistøk. Virkisfýsni kann eydnast ella miseydnast. Tað mega vit liva við. Um vit einans sita hendur í favn og eygleiða onnur, er tilveran deydlig. Vit eru leikarar og ikki áskoðarar.

Kristnin hevur medábyrgd av tilveruni. Vit mega vera virkin og hava gagnliga ávirkan á nærumhvørvið, medmenniskju og næstringar. Til hetta verkið gav Guð okkum eina fyrimynd í Jesusi, hansara talu, medviti og umsorgan. Jesus sá hin einstaka í fjøldini og sá, at fjøldin er sett saman av einstaklingum.

Ein uppilagstur sjómaður var fyrimyndin, ið gav mær møguleikan at mennast í einfaldari barnatrúgv.

Hann var ikki nakar prædikumaður. Kann ikki minnast, at hann tók orðið í missiónshúsinum. Hinvegin gjørdist kvøldbøn hansara ein týðandi dýrgripur fyri okkum, tá ið foreldrini í stakførum lótu ábyrgdina av børnunum til eldra ættarliðið.

“Faðir vár” var tað seinasta liðið í bønini. Síðan risti hann krossins merki tríggjar ferðir í navni faðirsins, sonarins og heilaga andans. Løtan var búgvin til svøvn, ið aloftast var tryggur og róligur.

Hann var ikki fullkomin og royndi ongantíð at vera annað enn tað, ið hann var. Einki halgimenni, men ein syngjandi maður í góðum lag, ærligur og høviskur. Óivað var eitthvørt minni gott, ið abbabørnini einki vita um. Men tað neiliga er ikki altíð skaðiligt, um vit staðfesta mistakið, biðja um fyrigeving og viðganga, at eisini vit, ið trúgva á Jesus sum harra og frelsara, gera mistøk.

Kristnin má fyri alt í verðini varðveita trúvirði, annars er fryktandi fyri, at hørðu orðini til fariseararnar um kálkaðar gravir hóska í so væl til okkara lívsførslu.

Sunnumorgun legði hann leiðina fram við barnaheiminum og spurdi, um vit komu við í kirkju. Í øllum veðrið varð farið til gongu, hóast kirkjugøtan taldi tveir kilometrar. Sunnukvøld kom hann inn á gólvið, hóast abbasonurin vegna hondbóltin óregluliga var á halgum fundi um kvøldið.

Talan er um abba mín Emil Danielsen, vanliga nevndur Emil í Garði. Í uppvøkstri og barnaárum var hann ein fyrimynd. Tá ið vit umtalaðu onnur neiliga, bað hann okkum gevast. Síðan segði hann okkurt jaligt um viðkomandi, ið vit høvdu dálkað og givið eitt vánaligt ummæli.

Eisini vit hava møguleikan at gera okkurt gagnligt og bera eitt gott orð um Jesus til tey, ið kenna mistreysti, tómleika og einsemi. Spurningurin er: Hvussu nýta vit tíðina?

Óteljandi menniskju hava gjørt mær lívið ríkt. Eitt fitt orð, eitt smíl, ein tøkk ella ein vinarlig rættleiðing.

So nógvar gerandisligar fyrimyndir.

Hin besta frásøgnin er søgan um Jesus, ið megnar at skapa nakað gott burtur úr tí, ið er brotið og miseydnað. Amen.

Orðið: “Sonur mín, lat tey ei víkja frá eygum tínum, varðveit tú vísdóm og umhugsan, tá munnu tey verða sál tíni lív og prýði fyri háls tín. Tá manst tú ganga veg tín tryggur og ikki sláa fótin ímóti.” (Orðtøk Sálomons 3,21-23).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo