Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ja, nú er aftur evnið kommunusamanlegging, nú tað nærkast, at Sandoyggin fær fast samband við meginøkið, eru vit komin har til, at kanska rætt er at leggja saman, men um vit líta aftur eftir, og tað er neyðugt viðhvørt.

Sandoyggin hevði eitt sum æt “søknarstýrið” har øll oyggin, Skúvoy og Dímun vóru ein kommuna.

Ikki munnu menn hava verið nøgdir við hetta samstarvið.

Sandur fór burturúr hesum samstarvi, síðani vórðu Skopun, Skálavík, Húsavík og Skúvoy ein kommuna í nøkur ár.

Í 1931 bleiv Skopun sjálvstøðug, so ikki altíð er kommunusamanlegging hálovað, minni enn so.

Sjálvræðið hjá kommunum
Eg hoyrdi skyldmannin Torbjørn Jacobsen umtala hesa kommunalu høvdingarnar, sum verja borg. Í flestu førum eru tað tær stóru kommunurnar í einum øki, sum vilja samanleggjan, tær síggja helst nakrar krónur í hesum smærru kommununum, sum tær kunnu fáa fatur á.

Um vit taka Sandoynna, um eg verið spurdur, hevði tað verið betur um Sandoyggin varð ein kommuna!

Tað velst um hvønn borgarstjóra tú spyr.

Spyr tú meg, so sigi eg, tað er gott at vit ikki hava lagt saman.

Onkur annar vildi sagt sjalvsagt var betur, tað var samanlagt!

Hví so ymisk svar í sama øki?
Tað er eingin ivi, onnur hava fullan rætt at hava aðra meining enn eg.

Um Sandoyggin varð ein kommuna, so var oyggin sentrialiserað, men í dag eru allar bygdirnar útbygdar.

Hvat er galið við tí?

Hvør tímur at búgva í eini bygd við ongum fasilitetum, har tað einasta er kirkjugarðurin.

Er tað dýrari við smærri kommunum, tað vil eg pástanda nei!

Í Skopunar Kommunu er borgarstjórin og eitt fíggjarfólk.

Sands Kommuna væl sagtans tað sama, Húsavík, Skálavík og Skúvoy gera tað uppaftur bíligari.

Eldraøkið, hvat kostar tað í umsiting? Eg eri sjálvur formaður har. Uml 7 fundir eru um árið, formaðurin fær dupulta fundarsamsýning restin fær fyri ein fund hvørjaferð. Leiðarin sjálvur umsitur tað fíggjarliga, saman við einum fíggjarleiðara, sum er sett hálva tíð.

Skúlasambandið: Formaðurin fær 3.000 kr um mánaðin og fíggjarfólki 4.000 kr um mánaðin.

Barnaverndarøkið: Uml 6 fundir um árið, leiðarin klárar rest.

Læknaøkið: Sands kommuna umsitur tað, so fáa kommunurnar rokning tá árið endar. Fyri Skopun einar 174.000 kr í 2019.

Ferðavinnan: Eitt fulltíðarstarv.

So bíliga koyra við í Sandoynni hesi felags øki.

Um Sandoy varð ein kommuna, hevði hetta verið bíligari, Nei! Heldur trífaldað.

Tú hevði spart 4 borgarstjórar, tann nýggi satsurin hjá einum borgarstjóra hevði, í einari samanlagdari Sandoy, etið hetta upp, við einum nógv hægri satsi.

Torbjørn Jacobsen nevndi eitt, sum er so púra satt. Hvat við kampinum ímillum niðursetubygdina og markatalsbygdinar, har møtast tveir kulturar, sum verða ringir at avlíva.

Hvat er við Kringvarpinum?

Tað eru teir somu viðmerkjarnir sum sita, teir vita alt um øll, eingin úr smáu kommununum er nakrantíð við, tað eru teir somu sokallaðu professararnir.

Eg havi tvey dømir
Vit hava okkara vøkru Skúvoy og tað ikki minni vøkru Hestoy.

Skúvoy er ein sjálvstøðug kommuna við egnum borgarstjóra, Harry Jensen.

Hann berjist fyri sína føðioyggj, hjartað er á røttum stað.

Hann gevur myndugleikunum skarpan gang, hann er sum eitt ekkó í brimi. Hví? Jú, hetta er hansara ella teirra oyggj, tað skal eingin sleppa at missrøkja oynna.

Taka vit Hestoynna, samanløgd við stórstu kommununi í Føroyum, Tórshavn, har helmingurin av fólkinum rennur við A4-ørkum.

Tey skonkja Hestoy ikki ein tanka. Onkur løgtingsmaður setur fyrispurning í løgtinginum, við vón um at fáa nakrar atkvøður.

Sum eg skilji, kann tú neyvan búgva í Hesti og møta til arbeiðis t.d. í Tórshavn kl. 08 á morgni, tí tað er eingin ruta til tað.

Tey í Hesti eru næstan komin aftur í sjútstíðina.

Soleiðis gera stórar kommunur við tær smáu.

Kommunalt sjálvsræði
Føroyar høvdu eina fólkaatkvøðu, fólkið fór á val at siga sína hugsan um kommunusamanlegging, hvat var úrslitið, Nei til kommunusamanlegging! Hon var jarðløgd!

Síðan trínur tann máttmikli Christian Andreasen á pallin, í politiskum høpi, ikki turrur aftanfyri oyrini enn. Vit leggja ikki í nakra atkvøðugreiðslu millum føroyingar um kommunusamanlegging, her skal eg ráða. Soleiðis virkaðu hansara orð.

Síðani trínur partamaðurin hjá mær fram, minti mest um ein kettling, sum var kíndur niður á nakkan.

Jú, hann helt at einki stóð í samgonguskjalinum um samanlegging, men fekk hann okkurt, ja, so fór hann í gongd. Kanska skuldi Helgi vent hesum við baklandi!? Eg meini so við.

Leggið bara saman, kommunurnar eiga so ongan ella fáar vinir í løgtinginum, tað vísti síðsta samgongan í verkið og henda heldur fram.

Gerhard Lognberg
Borgarstjóri
Skopunar Kommuna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo