Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Peter Fleetwood, sum hevur verið prestur hjá katolikkunum í Føroyum síðani 2020 hevur valt at stinga í sekkin, tí danskar lógir sum regulera fremmand starvsfólk innan kirkjugátt gjørdu honum lívið ov trupult.

Tað sigur hann við miðilin The Pillar.

- Ímeðan eg búði í Føroyum sá eg nærum ongantíð passið hjá mær, tí tað skuldu myndugleikarnir hava, sigur Peter Fleetwood, sum harmast um, at tað  var so tvørligt at ferðast.

- Eg haldi, at starvsfólkini á politistøðini í Havn nærum tóku synd í mær, men skipanin er donsk, og har eru sera strangar reglur um fremmand prædikufólk.

Peter Fleetwood sigur eisini, at honum dámdi væl at vera í Føroyum, hóast alt ikki gekk sum eftir ánni í samkomuni. Og so letur hann eisini illa at skattaskipanini sum gjørdi, at hann í veruleikan onki hevði eftir at lønini, hann fekk fyri at arbeiða her.

Les alla greinina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo