40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Stjórin á Sernám, Margreth Olsen, skrivaði eina viðmerking á Vágaportalin tann 24/4 2019 um støðuna viðvíkjandi avgerðini um at niðurleggja tænastuna innan Karlstad-modellið. Margreth Olsen sigur millum annað soleiðis, at, ”í økistoyminum eru vælútbúgvin starvsfólk, so sum taluráðgevarar, sernámsfrøðiligir ráðgevarar og sálarfrøðingar. Hesi mál eru ymisk, og tænastan frá Sernámi verður tillagað tí einstaka”.

Í telduposti frá Margreth Olsen, tann 8. apríl, hava vit fingið at vita, at børnini framyvir koma at fáa eina tænastu frá Sernám, sum verður veitt út frá teimum fakligu førleikum, sum annars eru í Sernámi. Tó verður tað sjálvsagt ein øðrvísi tænasta og arbeiði við at skipa hetta økið er ikki liðugt enn.

Eg fari at hefta meg viđ lyfti tit geva um, at okkara sonur fær eina tænastu, og at hon verður  ”tillaga tí einstaka” frá Sernám. Áđrenn eg haldi áfram, vil eg leggja dent á, at eg ikki ivist eina løtu í, at dugnalig starvsfólk starvast á Sernám. Eg havi einans møtt fittum og dugnaligum fólki, so tađ er ikki har mín kritikkur fyriliggur.  

Margreth Olsen nevnur, at har eru taluráđgevarar, sernámsfrøđiligir ráðgevar og sálarfrøđingar. Okkara sonur hevur fingiđ taluráđgeving í nógv ár, men har er fokus á úttalu. Hann hevur eisini havt møtið viđ sernámsfrøđiligan ráðgevara, og har lærdu vit at brúka Tekn Til Talu. Eisini hevur hann møtt dugnaligum fysioterapeuti. Men tađ er ikki tađ, hann hevur havt stórsta gagn av. Vit hava sitiđ á Sernám og biđiđ um ráđgeving um málsliga menning tá sonurin var 3 ár, og besta hjálpin var Tekn til Talu. Tó hon er góđ, og vit nýta tađ nógv, er tađ setningsbygnađur, mállæra, orđaflokkar, spontan tala, venjing av hutøkum innan fakini í skúlanum, venjing av verbalum orđfeingi og at fáa orðfeingið út í spontan-taluna, ið hann hevur tørv á.

Tá Sernám kom viđ tænastuni við Karlstad-modellinum, kom vend ì. Eitt altíðandi samstarvsnetverk fór í gongd, har foreldur, sernámsfrøðiligi ráðgevin, lærarar, stuðul, taluráðgevi, førleikastovan, serlærari, frítíðarskúli og viðhvørt skúlastjóri, sótu saman 6. hvørju viku og settu karmar fyri menningina av okkara soni.

Okkara sonur varð settur sum miðpunkt, og samstarvið millum øll hesi ótrúliga dugnaligu fólkini gav skjótt úrslit. Vit eftirmettu gomul mál, og settu nýggj mál saman við tí neyðugu vitanni, ið var givin okkum, frá hesum eina starvsfólkinum frá Sernám. Tey hondgrípuligu ambođini, iđ vóru tøk hjá okkum at brùka: vendispøl, orðakort, sangir, myndir, tekningar, ið alt var umsett til føroyskt av sama starvsfólki, ið brennur fyri hesum.

Eisini at hava ein vegleiđara, iđ dugdi at leggja lag á, og allarmest visti, hvat næsta stig var, var júst tađ vit høvdu tørv á. Vit síggja, hvussu okkara sonur, iđ hevđi 4 spontan orđ í sínari verbalu talu, er komin upp á yvir 50 og er vaksandi. Frá at ikki kenna tónalag, er hann farin at syngja sangir, har man kann hoyra, hvør sangurin er, og ikki bara tónalagi, men eisini orđini. Hetta er ein metoda, ið krevur fyrireiking, tíð og langtíðar samarbeið, men skúlin og vit herjaðu á. Vit arbeiddu við ljóð-áherðslu av ljóðum í orðum, og vóru byrjaði við víðkaðari mállæru, áðrenn endi kom á.

Vit sita við stórum ótryggleika, tí tó Sernám hevur dugnaligar taluráðgevar, sálafrøðingar og sernámsfrøðiligar ráðgevarar, so hava vit fingið lovað frá Margreth Olsen, at okkara sonur ikki fær tann menningarmøguleikan, ið hann hevur nú. Margreth Olsen sigur eisini, at einki tilboð er tøkt enn, og skal tørvurin tillagast tí einstaka, so skulu vit nokk bíða leingi, áðrenn tilfar um víðkaða mállæru verður tøkt.

Óttin um afturstig, tí pausan kemur at vera ov long, snýkir seg fram. Vit áttu at havt ein netverksfund nú, men nú sita vit og bíða... Hetta er ALS ikki nøktandi.

Sernám situr við einum starvsfólki, ið hevur vitannina og førleikan innan Karlstad-modellið. Eg kann als ikki skilja, hví Sernám ikki spennur bringuna fram við stoltleika, at tey hava møguleikan, at veita eina so góða málmenningartænastu, ið gevur so góð úrslit, men heldur velur at steðga øllum. Um trupuleikin er, at hetta starvsfólki ikki røkkur runt Føroya Land, hví so ikki velja, at geva hesum eina starvsfólki meira rúm til at veita hesa fantastisku tænastu.

Í lesarabrævinum nevnir Margreth Olsen eisini útbúgvingin sum Karlstad vegleiðari, ið byrjar í septembur. Tá tað er tørvur á fleiri Karlstad vegleiðarum, er hetta ein møguleiki um at víðka um tænastuna. 

Geir Lippestad skrivar í fororðinum í bókini ”Komið í gongd við Karlstadmodellinum” soleiðis, ”Mál og møguleikar at læra snúgva seg um tey grundleggjandi virðini í einum samfelagi – fólkaræði, skrivi- og talufrælsi, javnrættindi og mannarættindi”. Málmenning er av alstórum týdningi.

Tað skapar ein lítlan tryggleika í øllum ruðuleikanum at vita, at hetta málið verður tikið í fullum álvara, og verður kannað av Mentamálaráðnum. Tó vil eg til endan heita á Mentamálaráðið, og hervið Honnu Jensen, at fáa vent støðuni soleiðis, at okkara sonur og øll børnini kring Føroyaland framhaldandi kunnu fáa veitt hesa tænastu, ið er so týdningarmikil fyri málmenningina hjá okkara børnum. 

Í øllum samráðingum við Sernám, vóni eg, at Mentamálaráðið velur at taka allar partar í hesum máli við uppá ráð, áðrenn avgerð verður tikin.

-Linda Sunder-
Mamma, og námsfrøðingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo