Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eftir at hava hoyrt tíðindini í kvøld, haldi eg at tíðin er komin til, at ráðini frá farsóttarnevndini fara ófiltreraði út til almenningin.

Tað er rætt og slætt ikki møguligt hjá fólki við miðal forstandi at skilja hvat løgmaður sigur, og enn minni hvat hann vil.

Vit kláraðu okkum væl ígjøgnum tær fyrstu smittubylgjurnar, takkað veri dugnaligum fólki sum Pál, Bjarna, Shain, Michael og Lars, sum dugdu at tosa (eisini á donskum) eitt mál sum fólk skiltu. Tað dugir løgmaður ikki.

Sjálvur skal eg mynstra í Senegal mikudagin, og hopi ikki at enda í karantenu har niðri. Ikki óhugsandi tá teir síggja grøna passið.

Fyri fáum døgum síðani var heisumálaráðharrin í ÚF og greiddi frá um komandi Covid ráðstevnuna sum skal haldast í Føroyum. Hann helt at tað var nógv, ið ráðstevnuluttakararnir kundu læra av føroyingum. - Eg nikkaði. Hann legði afturat at treytin fyri hesari ráðstevnu var, at Føroyar ikki vóru reyðar til ta tíð. Tí so máttu allir luttakararnir í karantenu, tá teir komu heimaftur.

Kaj Leo hevði rætt tann dagin í útvarpsstovuni - vit vóru nærum heimsmeistararir, sum kundu læra hini bæði eitt og annað.

Og Løgmaður hevur í langa tíð sóla sær í glansinum av hesum heimsmeistaraskapi. Men at fara frá at vera “heimsmeistarar” til at vera “reyvin av fjórðu divisjón” uppá fáar dagar. Tað má vera heimsmeistaraskap í dugnaloysi.

Gevið okkum ráðini frá Farsóttarnevndini beinleiðis. Tey eru sjálvandi ikki lóg, men so fáa vit í minsta lagi at vita hvat eru heilsufaglig tilmæli og hvat er politikkur.

Frá Løgmanni fáa vit hvørki.

Eyðstein Ólason

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo