40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ghislaine Maxwell er ákærd fyri mannahandil av eini 14 ára gamlari gentu, skrivar New York Times.

Maxwell var fyrrverandi unnusta og partnari hjá nú deyða vinnulívsmanninum Jeffrey Epstein, sum framdi ágang móti fleiri kvinnum og gentum, eins og hann var bakmaður í einum 'sexringi' har ágangur var framdur móti fleiri.

Sambært nýggju ákæruni fekk Maxwell gentuna frá 2001 til 2004 til at geva Epstein nakinmassasju móti gjaldi á fleiri hundrað dollarar - massasja sum endaði við kynsligum ágangi móti gentuni.

Maxwell var handtikin í juli í fjør, og var tá skuldsett fyri at hava hjálpt Epstein við at fremja ágang móti ómyndigum - og fyri at hava verið við í misbrúkinum, skrivar DR.DK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo