40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fyri jól skipaði ungdómshúsið í Hoyvík, KLUBB 188, fyri einum tiltaki bara fyri gentur, ið bleiv kallað »Girls Night«.

Spenningurin var stórur, tá ið dyrnar lótu upp, og starvsfólkini – hetta kvøldið bara kvinnur – bjóðaðu gestunum ein vælkomudrykk.

Kosmetologurin, Mona Østerø, greiddi frá og vísti gentunum tað nýggjasta á økjunum húðrøkt og smyrsl. Eftir hetta fingu genturnar ein “goodiebag” í part við nógvum góðum í.

Tá ið genturnar høvdu etið pitsa, varð skipað fyri undirhaldi, og tá bleiv bæði flent hart og eisini við tárum. Ungu genturnar vóru við í undirhaldinum.

Tá ið kvøldið var farið at halla, funnu genturnar fram soviposarnar, og kærleiksfilmurin Dear John varð koyrdur frá. Hetta var ein sera góður endi á einum fínum kvøldi.

30 ungar gentur vóru við til Girls Night, og nú verður arbeitt víðari við at gera ymisk onnur evnistiltøk í KLUBB 188, sigur Bjarni Beder, leiðari í KLUBB 188.

Í vetur bleiv eisini skipað fyri einum teldukvøldi, og tá var undirtøkan eisini góð. Áleið 30 dreingir sótu tá saman í 7 tímar og spældu telduspæl.

KLUBB 188 hevur opið soleiðis:
 Týskvøld 19.00-23.00,
 Fríggjakvøld 20.00-01.00
 Leygarkvøld frá kl. 19.00-01.00.

Opið er fyri ungdómi úr 6. fl. til 18 ár. (6. fl. kann verða í KLUBB 188 tveir teir fyrstu tímarnar hvørt kvøld).

Fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo