40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan:  Í november 2021 vóru gistinæturnar knappliga 10.400 í tali, sum er met fyri einstakan novembermánað. Gistinæturnar vuksu 23% samanborið við sama mánað í 2020 og vóru eitt vet hægri (4%) enn í 2019.

Í november í 2021 vóru 10.352 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru stívliga 1.900 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í 2020. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

Føroyingar og danir høvdu næstan javnt nógvar gistinætur á gistingarhúsunum í november - um 4.000 gistinætur. Talið av gistinætrum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark veksur nú aftur. Tað er meira enn tvífaldað í mun til november í 2020. Hóast tað manglar enn eitt sindur í, at koma upp á sama støði sum í 2019. Talið av gistnætrum hjá føroyingum minkaði hinvegin ein fjórðing av tí, sum tað var í november í 2020. Tó er talið nakað hægri enn í 2019. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo