Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

The Global Salmon Initiative (GSI) almannakunngjørdi í gjár sína víðkaðu visión fyri framtíðina. GSI byggir á styrkina hjá bólkinum, sum er at gagnnýta samlaðu vitanina og serkunnleikan við tí endamáli at seta ferð á menning innan burðardygt virksemi.

Og nú kunnger GSI nýggjar verkætlanir til tess at viðgera alheims avbjóðingar innan umhvørvi, mat og føðslutrygd við tí endamáli at staðfesta laksavinnuna sum leiðandi vinna innan framleiðslu av burðardyggum og føðslugóðum mati.

Millum nýggju verkætlanirnar telist millum annað arbeiðið at seta á stovn ein nýggjan vinnuligan karm fyri frásøgn og umhvørvisligu ávirkanina hjá øllum veitarum. Hetta verður gjørt í samstarvi við World Wildlife Fund (WWF).

Hetta er fyrsta samstarvið av sínum slagi í matvinnuni, og fer hetta at verða nýtt til at fremja arbeiðið at minka um umhvørvisligu ávirkanina, sum stendst av framleiðsluni og veitaraketuni.

Umframt hetta verða verkætlanir settar í verk, ið hava til endamáls at økja um ábyrgdarfulla plastnýtslu, menning og tillaging til ringbúskap til tess at stuðla upp undir eina sunna og sterka matarskipan.

- Fyrr í ár lýsti WWF GSI sum “eitt tað fremsta dømið um vinnuliga umskapan”, og tað er okkara ábyrgd at byggja víðari á hetta heitið gjøgnum áhaldandi menning, sigur nýggi samformaðurin í GSI og stjóri í Bakkafrost, Regin Jacobsen.

- Framstigini, sum eru gjørd higartil undir GSI leiðsluni eru eindømi, men nú eru ikki stundir at njóta framd avrik.

- Vit standa øll andlit til andlits við stóru avbjóðingarnar sum áhaldandi koma í sambandi við veðurlag og lívfrøðiligt fjølbroytni og matartrygd.

- Men við at halda áfram at arbeiða saman til um avbjóðingar og við at deila nýskapan, kann laksaaling verða partur av loysnini at útvega sunna og burðardygga føði.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo