Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

'Gloym meg ei' foreldrabólkurin hjá Felagnum Pinkubarnadeyði/ Beranum skipar fyri stuðulskonsert, 23. apríl, kl. 16.00.

Innkomni stuðulin fer óskerdur til at hjálpa foreldrum, ið hava mist pinkubørn.

Tiltakið verður skipað sum ein hugnalig og avslappandi løta við tónleiki og hugleiðingum. Møguleiki er at keypa kaffi/the ella køku og at stuðla við peningagávu.

Tónleikarar, ið framføra verða, Martin Joensen, Jasmin Mote og Lea Kampmann.

Oddvør Poulsen bjóðar vælkomin. Carla Josenius Mikkelsen, ið hevur mist barn, fer at siga frá síni søgu og Jóngerð Poulsen, lesur nakrar av sínum yrkingum.

Kom við og stuðla einum góðum endamáli – øll eru hjartaliga vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo