40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Gníst: 2. árið á rað, fara vit at halda Gníst í Nólsoy. Gníst er heitið á einum stórum konsertdegi, sum verður í Nólsoy 2. juli 2022. Tað sum er serligt við hesum er, at konsertin byrjar kl 14:30 og endar kl. 21.00. Gníst er ein konsertdagur har vit bjóða børnum til og við 13 ár ókeypis, og har vaksin bert gjalda 350,-  fyri ein heilan dag, og har ein partur av tónleikaelitini í Føroyum spælur.

Tiltakið er uttandura, og er mitt í bygdini.

Tað er ikki neyðugt at fortelja um bólkarnar, flest øll í Føroyum kenna teirra tónleik

Skráin á Gníst 2. Juli 2022:

 Kl.14:30 – Hallur Joensen

Kl.15:30 – Bjarki Hansen

Kl.16:00 – Framførur gyklarin Ásbjørn

Kl.16:30 – Lena Andersen

Kl.17:30 – Terji Rasmussen

Kl.18:30 – HEBBBH-A

Kl.19:30 – Jens Marni Hansen

Kl.20:30 – Tinganest

Allir spæla við fullum orkestri, eins og undanfarna ár.  Í ár hava vit sett 800 atgongumerki til sølu, í mun til 2021, har í mesta lagi 500 fólk kundu vera saman.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo