Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Dreymurin er nú veruleiki. Føroyar eru á fyrsta sinni við í einum EM-endaspæli fyri lið, og í annaðkvøld tekur føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum fyrsta fetið inn á vøllin í Berlin. Hesa løtuna skrivar liðið søgu. Hesa løtuna savnar liðið allar føroyingar.

Løgmaður verður millum fjeppararnar í Berlin, og gleðir seg at stuðla landsliðnum.

- Eg ynski tykkum góða eydnu! Tit skulu vita, at vit øll longu eru so ómetaliga stolt av tykkara stóra bragdi at verða komin til EM-endaspælið. Takk fyri, at tit eru við til at savna føroyingar, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður

Løgmansskrivstovan ynskir somuleiðis EM-monnunum bestu eydnu.

Koyr á Føroyar!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo