Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg kom eisini á stongdar dyr í Skálanum í kvøld, og tí hesar reglur. Í annaðkvøld eri eg ikki heima.

Havi sagt tað fyri tær fyrr, at eg haldi nógv av tær sum politikara og løgtingslimi. Tú letur teg ikki bælsa um koll um tað so letur úr hanakjafti. Tú sum hevur tey bjatastu mál fyri føroysku tjóðina. Mál sum at í Føroyum skulu føroyingar ráða og ongin annar. Eg eri tær so æviga takksamur fyri títt støðufesti og stálsettu mál fyri at vinna tjóðini hesi rættindi og virðing.

Men, men, men.......

Her tú nú ert staddur var háborgin hjá Tjóðveldinum frammanfyri Fólkaflokkin. Her sum alt luktar av fiski og veiðu, og tað sum ikki ger, luktar av jørð og seyði.

Alt skal gerast til Fólksins Ogn!
Tú kemur ikki í mál við hetta lag. Tú traðkar okkum á tærnar sum eru teir nærmastu at hjálpa tær í mál við hesi bjørtu hugsjón! At fríbøndur vóru teir tá!

Hví taka hetta frá okkum?
Sjávur varði eg av einum 7½ marka ognarhaga. Handantúnstriðingur fyri norðan ánna í Svínoy. Sjálvur eigi góða 1½ mørk av hesum haga og í vavi er hagin 10. Stórsti hagi í Føroyum.

Eg brúki sjálvur sum eigari og hagastýrisformaður rættuliga nógva tíð í haganum. Og sjálvt um eg havi tøssa har í nærum 30 ár, so havi eg ikki verið allar staðir enn. Og tá eri eg tann sum eri eina mest í hesum haga.

Gøtan niðan á oynna gongur beint ígjøgnum okkara haga. Tað ber til at koma niðan á annan hátt, men hetta er gøtan.

Beinanvegin tú trínur út um hagaportri kemur tú í kjóvabrekkuna har sum kjóvurin heldur til. Til ber at eygleiða kjóvin tá hann t.d. veiðir ternupisur sum eru óstúttar á flogi norði við Eið ella úti á Dal. Á veg longur niðan móti Skarði er eitt ótal av vanligum heiðafugli. Komin á skarð sært tú oman á heimaru vøtn har ungfuglurin hjá skúvi heldur til. Tann fuglurin sum ikki bølir. Gjøgnum vátlendi suðureftir í ca. 300-400m hædd er eitt ótal av mýrusnýpu áðrenn komið verður suður í sjálvt skúvabøli. Skúvur er ein serligur fuglur har tað bara finnast umleið 20tús. Pør í allari verðini. Har kanska triðingur ella helvt heldur til í Føroyum. Av hesum er stórsti parturin á Svínoynni og í okkara haga. Longri suðuri í Fløtti og í Brættaskor er nógvur lundi.

Men hann er hart royndur um vetrarnar tá nógv byrsa á skjóttgangandi báti kemur eysturyvir. Høgligt hjá nógvum báti úr Havnini, Sundalagnum, Skálafjørðinum, Gøtunum og av Borðoyavíkini.

Annað sum sermerkir haga okkara er tann serliga nógvi bæraldurin sum er. Ongar aðrar staðir í Føroyum er slíkur vøkstur av bæraldi.

-------      ---------     ----------

Vælsignaður tak hetta ikki frá okkum!
Hetta er okkara hjátablóð. Tað er her vit anda og vinna okkum styrki. Vit halda hetta viðlíka. Hegna og halda gøtur. Vit álíkna hvønn ánara pr, gyllin, og við hesum og m.a. sølu av haruhaga halda vit hagan. Og vit halda hann eftir førimuni væl.

Og so skuldi eg kanska spurt. Hvør annar skuldi so hildið hann.  VFI?

Vit eiga lunnindini ið liggja til, bæði farandi og komandi. Hetta er alt so nýtt hetta við ferðavinnu. At um okkurt gleps fer av okkum her og har, eigur eingin at vera kløkkur av og taka sær tikni av. Tað fortelur bara at onkur er sum varðar av og sum er góður við hetta.

Við eru sum børnini
Fyristilla tær at 5 ára gamla dóttur tín hevur føðingardag, og tú hevur keypt henni okkurt sum væl kann deilast við onnur. Tú gevur henni tað meðan 5-10 onnur eru hjá. Hon er glað meðan hon pakkar út og tú sært at øll hini eru eitt sindur øvundsjúk. Tú sigur fyrst pent við hana um at deila við hini. Og hon vil ikki. Tú sigur tað aftur, nú meir hóttandi. Men hon vil ikki. Og so gerst tú sum tú ert í holtur við nú, tekur tað frá henni og deilur tað sjálvur. Hvat heldur tú hendur við gentu tíni tá. Hon brestur sjálvandi í sjóheitan grát sum tað fyrsta. Hetta er stórsta svik gjørt av sjálvum pápa sínum móti sær. Hon verður ólukkuligasta barni í sínum egna føðingardegi. Og hví? Tí pápin leyp framav! Gentan hevði ikki havt stundir at merkja ognarskapin av egnari ogn. Men heilt sikkurt, tá hon var vís í ognarskapi sínum og tað var sodna, var einki problem við at deila við onnur.

Vit ognarar eru sum børnini, tað dýrabærasta vit eiga. Fornerma okkum ikki!

Góði Høgni. Leyp ikki frammav! Tak hetta ikki frá okkum! Og hvønn skalt tú geva tað til?

Vit mugu hava rættin til at siga frá í egnum haga!

Tá onnur reka vinnu á okkara ogn, er tað farið ov langt!

Frímund Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo