40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í kvøld, hóskvøldið 23. juni, kl. 19 hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór, summarkonsert í Musikkskúlahøllini Hátún í Tórshavn.

Og sunnukvøldið 26. juni, kl. 19.00 verður sama konsert hildin í Gøtu kirkju.

Skráin er sum altíð, bæði fjølbroytt og krevjandi, men kórið metir eisini at hon er sera áhugaverd.

Kórið hevur eitt heilt serligt verk í ermuni, sum ikki hevur verið framført í Føroyum áður.

Eisini verða onkrir spirituals og føroysk kórverk á skránni, og størri altjóða kórverk.

Konsertin er eisini ein liður í fyrireikingararbeiðinum hjá kórinum til kórferðina til Riga í august í ár.

Kórið vónar at nógv fólk koma til hesar konsertir. Hesar báðar konsertirnar eru ókeypis, so møti tíðliga fyri at fáa eitt gott pláss.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo