Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mynd: Bjarni Enghamar

Mynd: Bjarni Enghamar

Mynd: Bjarni Enghamar

Tað er ikki bara hjá Føroyum at tað gongur strilti í europeisku undankappingini.

Føroyar hava higartil bert fingið 1 stig.

Men støðan er júst tann sama hjá teimum flestu smærru londunum.

Lond sum Kýpros, Gibraltar, Malta, San Marino og Liktenstein hava enn einki stig fingið í hesi undankappingini.

Føroyar og Estland hava fingið 1 stig.

Litava, Bulgaria og Andorra hava fingið 2 stig.

Letland, Írland og Norður Írland hava bert fingið 3 stig.

Besta úrslitið hjá føroyska landsliðnum var í Nation Leauge kappingini 2020 – 2022, tá Føroyar vunnu kappingina við 12 stigum.

Í Nations Leauge kappingini frá 2018 – 2020 fingu Føroyar 5 stig, og i kappingini 2022 – 2023 fingu Føroyar 8 stig.

Til EM undankappingina í 2020 fingu Føroyar 3 stig, í 2016 fingu Føroyar 6 stig, til EM 2012 fingu Føroyar 4 stig og til EM 2008 fingu Føroyar 0 stig.

Til HM kapppingina í 2022 fingu Føroyar 4 stig, í 2018 fingu Føroyar 9 stig, til HM 2014 fingu Føroyar 1 stig, til HM 2010 fingu Føroyar 4 stig og til HM kappingina í 2006 fingu Føroyar 1 stig.

Verður hugt at málúrtøkuni hjá Føroyska landsliðnum, so er støðan batnað.

Tað er ikki so stórur munur á úrslitunum, sum tað var fyrr.

Í hesi undankappingini er málúrtøkan minus 10 mál. Í undankappingini til EM í 2020 var málúrtøkan minus 26 mál.

Gongdin er tann sama í undankappingunum til HM.

Til HM kappingina í 2022 var málúrtøkan minus 16 mál, í 2018 var málúrtøkan minus 12 og til HM undankappingina í 2014 var málúrtøkan minus 25 mál.

Tað er sostatt lítil ivi um, at samanlagt er støðan hjá føroyska landsliðnum batnað seinastu árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo