Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Klokkan 17 í dag verður bókaframløgan við hetlendinginum John Goodlad og Jóan Paula Joensen fólkalívsfrøðingi í Müllers pakkhúsi í Havn.

Goodlad, sum hevur skrivað bókina The Salt Roads, er á ferð í Føroyum og leggur fram sína seinastu bók um hetlendska fiskivinnusøgu. Eins og í hansara fyrstu bók, The Cod Hunters, fáa Føroyar nógva umrøðu í nýggju útgávuni.

Framløgan er skipað sum ein løtt samrøða, har Goodlad og Jóan Pauli Joensen tosa um bókina við serligum denti á søguliga sambandi millum Føroyar og Hetland. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo