40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólkaheilsuráðið: - Aftur hesaferð vísir stóra kanningin samsvarandi Better Life Indexinum hjá OECD, at Føroyar eru millum bestu lond at liva í, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

Hetta er triðju ferð, at vit samanbera Føroyar við heimsins fremstu og ríkastu lond, og kanningin vísir í ár eins og hini árini, at vit næstan innan øll øki hava tað gott í Føroyum.

Grundarlagið fyri kanningini, ið OECD ger av limalondunum um liviumstøðurnar í ymisku londunum, eru 11 ymisk øki. Hesi eru, m.a. tryggleiki, lívsnøgdsemi, útbúgving og javnvág millum arbeiðslív og frítíð.

Seinastu ferð kanningin varð framd í OECD var tíðliga í 2020 - áðrenn Covid-19.

Flestu føroysku tølini eru eisini savnað fyri Covid-19 farsóttin veruliga ávirkaði heimin frá mars 2020.

Fyri at fáa greiði á hesum 11 økjum, eru nógvar ymiskar hagtalsupplýsingar savnaðar inn fyri hvørt landið, íalt 24 hagtøl/spurningar. Fyri Føroyar ber ikki til at fáa øll hesi tøl til vega, men hetta er eisini galdandi fyri fleiri onnur lond í OECD.

Fyri Føroyar hevur tað eydnast at fáa hendur á 17 av teimum 24 hagtølunum. Fleiri hagtøl eru savnað inn frá eini Gallup kanning, har spurt verður um ymisk viðurskifti hjá Føroyingum, annars eru hagtøl savnað inn frá Hagstovuni og øðrum hagtalskeldum.

Seinasta kanning, sum varð framd í 2017, vísti, at Føroyar var millum heimsins bestu lond at liva í, eins og tað var niðurstøðan í 2013. Niðurstøðan er tann sama aftur hesaferð. Sambært OECD er tað kortini upp til tann einstaka at gera av, hvat hevur týdning.

Sum eitt dømi kann nevnast, at Føroyar fáa mest stig, um øll økini eru vektað eins, men innan útbúgving, inntøku og javnvág millum arbeiðslív og frítíð eru vit ikki millum fremstu lond í OECD.

Niðanfyri sæst ein talva fyri øll trý árini innan øll 11 økini fyri Føroyar:

##med2##

Ein tílík kanning vísir bert nakrar høvuðsyvirskiftir, kortini er tað áhugavert at samanbera seg við onnur lond og kanska serliga grannalondini. Vit hava gjørt eina samanbering við grannalondini, sum annars eru tey, ið sum heild klára seg væl í hesi kanningini. Noreg er landið, sum hevur hægst miðaltal í kanningini, sum nú er.

##med3##

Fyrivarni skal takast fyri, at talan er um miðaltøl, og tá Føroyar t.d. er fremst innan indikatorin býli, vísir tað kanska ikki allan sannleikan. Til tess at rokna indikatorin býli út, verður hugt eftir, um øll húsarhald í Føroyum hava atgongd til vesi, og hvussu nógv rúm eru til hvønn persón í Føroyum. Hetta sigur okkum tískil, hvussu býlini eru í Føroyum, men til dømis ikki, hvussu atgongdin er til at fáa býli. Greiningin av øllum indikatorunum hvørt sær sæst í frágreiðingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo