Eitt gott høvd og eitt gott hjarta er ein framúr blanding
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Nú nærkast til borgararnir í Vága Kommunu, skulu velja 11 nýggjar býráðslimir, at  stýra okkara kommunu tey komandi 4 árini.

Vit á Nýgga Lista bjóða okkum fram, at vera við at stýra felagsskapinum Vága Kommuna.

Tað eru 8 ár síðan bygdirnar løgdu saman, og nógv er gjørt fyri at betra um, sum ger Vága Kommunu til eitt betri stað at virka og liva í.

Vit fara nú inn í eitt nýtt tíðarskeið, har vit skulu gera enn meira fyri at samansjóða borgararnar í øllum trimun bygdunum, til eina sterka eind. Borgarin vil vera hoyrdur og tað er nakað, nýggja býráðið, eigur at gera nakað munagott við.

Vága Kommuna er ein av teimun kommununum, sum skyldar mest pr. íbúgva, samanborið við hinar kommunurnar í landinum, og liggur nær mest loyvdu skuld fyri eina kommunu, og tí vera komandi árini merkt av hesum, tí skuldin má gjaldast niður, fyri at fáa fíggjarligt rásarúm aftur.

Vit mugu altíð seta borgarans tørv fremst, í eini hvørji raðfesting, og tí standa børn og ung, barnagarðsviðurskifti, skúli, ungdómsviðurskifti og eldraøkið, ovast  á breddanum, til eina og hvørja tíð.

Arbeiðast má víðari við, at nøkta tørvin á grundøkjum til sethús, ferðsluviðurskiftini á landsvegnum mugu uppá pláss, kirkjugarðsviðurskiftini í Sandavági avgerðast og eitt umhvørvisátak skal setast í verk.
Byrjast skal uppá fyrireikingar arbeiði til vetrarfriðing.

Vága Kommunu eigur at skipa eina vinnunevnd, sum skal arbeiða saman við vinnulívinum fyri at fáa fleiri arbeiðspláss til økið. Tað verið seg, vinnur á havnalagnum, tænastuvinnur og innan ferðavinnu.

Vit skulu í enn størri mun stuðla uppundir verandi vinnulív, so vit fáa vøkstur, skapa fleiri arbeiðspláss, og harvið fleiri skattainntøkur, so einstaki borgarin kemur at merkja tað, við lægri skattaprosenti, lægri tænastugjøldum og enn meira vælferð.

Gott Val!

Seinastu vikurnar eru hesar greinar komnar frá undirritaða.

Skulu vit avtofta Miðvág?

Nýggjan kirkjugarð í Sandavági

Vetrarfriðing í Vága Kommunu

Umhvørvisátak í Vága Kommunu

Útstykking í Sandavági

Havnalagið í Miðvági

Tilkoyringin við grótbroti ein deyðsfella

Tekniska deild í Vága Kommunu

X við Lista V – Ein sterk eind – Vælferð, Ábyrgd, Gróður, Atlit.

Jan Erik Simonsen, valevni á Nýgga Lista, lista V til býráðsvalið í Vága Kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo