Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað hevur mest av longu og brosmu. Tað landar mánadagin. Restin av ísfiskalínuskipunum liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað í næstum. Tvey frystilínuskip er við Grønland, tvey við Ísland og so eru fýra undir Føroyum. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Streymurin verður brúkiligur til útróður alla vikuna og veðrið verður eisini hampuligt, so vit vænta nakað útróði. Mest fyrst í vikuni. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski. Fiskaríið er brúkiligt.

Tríggir djúpvatnstrolarar eru úti. Teir fiska mest av svartkalva, kongafiski og toski. Eitt sindur eisini av blálongu. Allir koma at landa í vikuni. Ein frystitrolari er eisini úti og fiskar. Hann fær mest av svartkalva.

Fýra pør eru til fiskarí. Tey fiska upsa og annan hvítfisk, serliga longu, hýsu og tosk. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Fleir koma væntandi at landa í vikuni.

Bara ein trolbátur er úti, men helst fer onkur út í næstum. Trolbátarnir fiska mest av hýsu, toski og so nakað av flatfiski.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo