40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Graham Stewart er stjóri í Faroe Petroleum. Faroe Petroleum vann í 2017 heiðurslønina sum “Ársins leitifelag” í Noregi - hetta hóast ringar tíðir í oljuvinnuni.

Faroe Petroleum er eitt lítið felag, men við Graham á odda, hevur felagið megnað at fingið góð úrslit eisini undir ógvuliga avbjóðandi umstøðum.

 Graham sigur soleiðis um fyrilesturin á Vinnudegnum:

“Fyritøkur fáa við- og mótvind gjøgnum árini, og langtíðarætlanir hava onga meining uttan so, at felagið yvirlivir. Tað ræður tó um at leggja væl til rættis, at vera málrættaður og ikki at ovbyrja roknskapin, um felagið skal hóra undan. Faroe Petroleum varð stovnað í 1998 og skrásett á børsinum í London í 2003. Síðani hevur felagið umskipað seg fleiri ferðir, og megnað at fingið lut í vakstrarmøguleikum í oljuídnaðinum í norðsjónum – og enn er mótvindur.”  

Melda til Vinnudagin

Skrá - Vinnudagurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo