40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Skótalið Sigmunds Brestissonar skipar fyri Grærismessuhaldi í Havn í dag kl.15.

Skótarnir fara saman við borgarum í kommununi og nýggja borgarstjóranum at heilsa várinum, tjaldrinum og øðrum flytifuglum vælkomnum til landið.

Frá gamlari tíð er sagt, at tjóðfuglur okkara kemur á grækarismessu.

Skótarnir fara til gongu úr Vágsbotni kl. 14.50, og síðani verður gingið eftir Bøgøtu, Tróndargøtu, Steinatúni og Niels Finsens gøtu og oman á Vaglið.

Í ár fer Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, at bera fram røðu.

Merkið verður vundið á stong á Grækarismessu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo